Klokkan 10 í morgun fóru svínoyingar á fund við vinnunevnd løgtingsins. Partarnir skuldu tosa um málið viðvíkjandi bygging av ferjulegu og møguligum tunnli.
Svínoyingar ivast ikki. Teir ynskja tunnil yvir í Havn, tí hetta er einasta pláss, har tað mestsum altíð er kyrt. Landsverk mælir hinvegin myndugleikunum til at gera ferjulegu yviri á Eið.
Ivast ikki
- Vit hava góðar vónir og grundgevingarnar í lagi, nú vit fara á fund við vinnunevndina, segði Bjarni Jacobsen, áðrenn hann fór innar á fundin. Saman við Eyðuni Jacobsen, borgarstjóra, Hanusi Olsen, verkfrøðingi og Fríðmundi Hansen, fór hann á fundin við vinnunevndina, og Bjarni og hinir eru ivaleysir:
- At gera havn yviri á Eið er púra ørt, meta svínoyingar, sigur Bjarni Jacobsen. - Einasta skilagóða loysnin er at gera tunnil yvir í Havn, tí tað er kyrrupláss. Alt annað eru lappaloysnir, sigur Bjarni Jacobsen ivaleysur.
- Svínoyar Kommuna hevur stríðst við málið síðani 1982, sigur Eyðun Jacobsen, borgarstjóri í Svínoy.
Hann sigur, at yviri í Havn er einasta kyrrupláss og óivað er tað eisini tí, at staðið hevur fingið navnið.
Tølini passa ikki saman
Bjarni sigur seg minnast onkran vetur, har eysturættin hevur verið so, at tað ongantíð var kyrt, og slíkir vetrar koma av og á, men tá er øðrvísi yviri í Havn.
- Eg havi fylgt við í vetur. Másin var bara einaferð á Eiðinum í januar. Í februar og mars hevur títtleikin kanska verið um 40 % av tí ætlaða. Landsverk hevur roknað út, at siglingin eigur at vera eini 90%, tá siglt verður á Eiðið, so her passa tølini ikki saman, staðfestir Eyðun Jacobsen, borgarstjóri í Svínoy.
Hann sigur seg eisini hava verið við Másanum, tá hann ikki er sloppin at landi, men tá siglt so hevur verið framvið yviri í Havn, hevur verið púra kyrt.
Tunnil ella lappaloysn
Tá Sosialurin í morgun hitti Bjarna Jacobsen, Eyðun Jacobsen og Hanus Olsen, innan fundin við vinnunevndina, høvdu teir góðar vónir og fegnaðust um møguleikan at koma á tal við politikarar, tí teir hava ikki verið í samband við vinnunevndina áður.
Hanus Olsen, verkfrøðingur, gjørdi fyri eini 6 árum síðani eina ætlan fyri Svínoyar Kommunu, um tunnil yvir í Havn. Tunnilin er 1,8 km og kostaði tá um 27 milliónir krónur.
- Prísurin er møguliga nakað uppfarin hesi árini, men hinvegin er útgerðin eisini betri nú, so arbeiðið gongur skjótari, sigur Eyðun Jacobsen.
Svínoyingarnir, ið hittu vinnunevndina í morgun, vóru púra ivaleysir í síni søk:
- Tunnil má gerast Yvir í Havn, tí alt annað eru lappaloysnir, meta teir.










