Ivaðist um leiðin var hin rætta

- Eg vil gjarna vera við til at gjalda tunnilin, sigur Jens Dalsgaard á Glyvrum.

 

 

Koyrdi tú gjøgnum Eysturoyartunnilin, tá tunnilin læt upp?

- Ja, eg koyrdi bæði yvir á Strendur og suður til Havnar og heimaftur.

Tað sigur Jens Dalsgaard á Glyvrum.

Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?

- Eg ivaðist í, um henda leiðin var hin rætta. Ein leið tvørtur um landið norðarlagari hevði komið fleiri øðrum til góðar enn henda loysnin, sum er ein Skálafjarðarloysn.

Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?

- Nú er tunnilin her, og eg fari at brúka hann nógv - og vil gjarna verða við til at gjalda hann, sigur Jens Dalsgaard.