Er onkur í Føroyum so heppin, at hann hevur atgongd til bretsku rásina ITV 4, so ber til hjá viðkomandi at síggja dystin millum Manchester City og EB/Streym, sum byrjar á Oakwell Ground í Barnsley kl. 20. Bretskir sjónvarpshyggjarar hava soleiðis fingið møguleikan at síggja bæði úti og heimadystin hjá Manchester City ímóti EB/Streymi. Danskir sjónvarpshyggjarar eru ikki líka hepnir, tá tað kemur til Brøndby.