Ítrótturin styrkir felagsskapin, skapar trivnað millum børn og ung og brandar Føroyar uttanlands. Tí skulu vit styrkja ítróttin.
Javnaðarflokkurin raðfestir trivnaðin hjá børnum og ungum her á landi høgt. Ítrótturin hevur sera stóran týdning í hesum sambandi, tí í felagsskapinum finna vit vinir, avbjóðingar og har møtast bæði høg og lág á jøvnum føti. Tí er ítrótturin ikki ein útreiðsla men ein íløga, sum ÍSF eisini hevur víst á fleiri ferðir.
Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri at økja játtanina til ÍSF, so betri karmar fáast at virka undir hjá ítróttafeløgum kring landi. Teirra arbeiði er avgerðandi fyri at tryggja trivnað og heilsu hjá okkara børnum og ungu. Tíðin er komin at tað almenna stuðlar ítróttinum meira, fyri á tann hátt at lyfta uppgávuna saman við teimum mongu sjálvbodnu.
Eisini er neyðugt at tryggja okkara altjóða luttøku í ítróttakappingum. Slík luttøka sum m.a. fótbóltur, hondbóltur, flogbóltur, fimleikur og svimjing seinastu árini hava havt, hevur alstóran týdning í at branda Føroyar, og má tí eisini síggjast sum ein íløga heldur enn ein útreiðsla.
Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin