Ítróttarsosialurin verður til stórdystin

Fótbóltur: Ítróttarsosialurin dekkar stórdystin millum FCK og Brøndby beinleiðis úr Ítróttarparkini

Ítróttarsosialurin verður til staðar í Ítróttarparkini, tá steypafinalan millum FC Keypmannahavn og Brøndby verður spæld Kristi Himmalferðardag.

Vit fara at fylgja Toda Jónssyni og hansara liðfeløgum í stríðnum um gullið í steypakappingini, og í leygardagsblaðnum kunnu tit lesa frásøgnina um dystin.