Ítróttarhús í Fløtugerði fyri 5 miljónir

- Í nýggja ítróttarhúsinum verður eisini fitness-rúm, ið saktans kann koma eldru borgarunum til góðar, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri.

 

Í Fuglafjarðar kommunu verður arbeitt við eini verkætlan at byggja nýtt og tíðarhóskandi ítróttarhús við fótbóltsvøllin í Fløtugerði.

 

Tað er Teknistovan í Gøtu, ið hevur teknað húsið, sum bæði ÍF, ítróttarfelagið í Fuglafirði og FSF, Fótbóltssamband Føroya, eisini hava sett síni fingramerki á.

 

Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur seg vóna, at býráðið fer at taka undir við ætlanini, eins og hann vónar, at kommunan fer at fáa stuðul til verkætlanina.

 

- Tað liggur í kortunum, at byggingin av nýggja ítróttarhúsinum fer í gongd næsta ár. Sambært verkætlanini verður gamla ítróttarhúsið, sum ikki hevur verið tíðarhóskandi í mong ár, rivið niður og nýtt verður bygt ístaðin.

 

Borgarstjórin vísir á, at ætlanin er, at húsið, tá tað ikki verður brúkt til ítróttarlig endamál, eisini skal kunna brúkast av eitt nú pensjónistum.

 

- Her hugsa vit serliga um fyrrapartar av degnum, leggur hann aftrat.

 

Í nýggja ítróttarhúsinum í Fløtugerði, sum væntandi fer at kosta einar fimm miljónir krónur at byggja, verður eisini fitness-rúm, ið saktans eisini kann koma eldru borgarunum í økinum til góðar.

 

- Tað er eingin loyna, at ítróttur fyllir nógv millum fuglfirðingar, og tí síggi eg hetta sum eina rættiliga góða og neyðuga íløgu hjá kommununi. Málið er ikki lagt fyri býráðið til støðutakan enn, men tað er líka sum klárt at leggja fram.

 

Sonni á Horni sigur, at tað í fyrsta lagi verða mentanarnevndin og tekniska nevnd í býráðnum, sum fara at viðgera málið.

 

- Ætlandi skal arbeiðið byrja í 2016, soleiðis at nýggja ítróttarhúsið í Fløtugerði kann standa liðugt árið eftir - ella í 2017, sigur borgarstjórin.