Summarferian er liðug og flestu skúlarnir kring landið eru longu byrjaðir. Eitt undantak er tó Ítróttarháskúlin í Vági, ið eftir ætlan skuldi byrja í august. Óvist er nevniliga um skúlin verður til nakað, tí ov fáir næmingar hava meldað seg til.
Dennis Holm er ein av stigtakarunum til háskúlan. Fyri in.fo upplýsir hann, at avgerðin verður tikin í næstu viku um skúlin verður til nakað.
- Mikudagin verður fundur, har vit taka eina avgerð um skúlin verður egg ella ungi. Mentamálaráðið sigur, at tað skulu vera fimtan næmingar, men vit hava fingið at vita, at tað kann lækkast til tólv. Tí talinum nærkast vit nú, so vit vóna at tað fer at bera til. Um so er, at tað eydnast, so verður skúlabyrjan 1. oktober.
Við útvarpið í gjár upplýsti Dennis Holm, at tað higartil eru komnar sjey umsóknir til skúlan.
Mentamálaráðið játtaði í vár 800.000 krónur til skúlan, ið eftir ætlan skuldi byrja í august. Í háskúlanum er ætlanin at leggja høvuðsdent á ítrótt, serliga svimjing, fótbólt og hondbólt.
Á heimasíðuni hjá skúlanum, his.fo, ber til at søkja um upptøku.