Ítróttarháskúlin byrjar í september

Níggi ítrópttarháskúlin í Vági byrjar í september. Freistin at søkja er brátt úti.

Í gjár vórðu fimm smáttur reistar í Vági. Tær eru til ferðavinnu og summarhús, men eisini til næmingar á nýggja ítróttarháskúlanum, sum byrjar í Vági í september.

 

Smátturnar standa lidnar tann 14. september og tað er eisini tá, at fyrsta heystskeiðið á ítróttarháskúlanum byrjar.

 

Sambært stigtakarunum, so eru enn pláss eftir, og á heimasíðuni hjá skúlanum sæst, at freistin at søkja á nýggja ítróttarháskúlan er úti tann 28. august.

 

Meira sæst á www.his.fo