Ítróttargudstænasta í Miðvági

Nýggjársdag verður serstøk gudstænasta í Miðvági

Nýggjársdag klokkan 15, verður ítróttarguðstænasta í Miðvágs kirkju, har prestarnir Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð luttaka, og Sámal Ravnsfjall syngur.

 

Guðstænastan verður í samband við nýggjársrenningina, sum felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, hevur skipað fyri í nøkur ár.

 

Runnið ella gingið verður úr Vatnsoyrum klokkan 14 móti Miðvágs Kirkju.

 

Í samband við renningina, eru Beitishúsini opin, har er vatn og frukt at fáa eftir renningina, og ein kann skifta til turr klæðir.

 

Guðstænastan verður hildin, tá øll eru komin vegin fram, umleið klokkan 15.

Fær hetta góða undirtøku, er ætlanin at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak, har skift verður millum kirkjurnar í oynni, siga fyrireikararnir.

 

Tey leggja afturat, at øll, stór og smá, ung og eldri, eru hjartaliga vælkomin til guðstænastu, eisini tey sum ikki íðka ítrótt.