Komandi vikuskifti gera ítróttarfólk úr øllum landinum innrás í Vági.
Fyrsta FM í langgeil verður, flogbóltskapping stendur á skránni, hondbóltsliðini í bygdini hava heimadystir og FC Suðuroy spælir ársins fyrsta heimadyst í 1. deild.
Aftur at øllum hesum bjóðar Hvistan til 7. vetrarkappingina í ár.
Hvistan er rennifelagið í Suðuroynni og er vetur fyri næst seinastu vetrarkappingina í ár - og verður hon hesaferð í Vági. Teinurin er umleið 10 kilometrar.
Tá ið tey vaksnu eru farin avstað, verður eisini skipað fyri kapping fyri børnunum, sum fara at renna framvið Vatninum.
Í Barnarenningini verður kappast í hesum bólkum:
- Gentur/Dreingir -7 (f.2009 ella seinni)
- Gentur/Dreingir -10 (f.2006-2008)
- Gentur/Dreingir -13 (f.2003-2005)
Heiðursmerkini hjá børnunum, verða handað beint eftir lokna kapping.










