Ítróttarfólk skyldu at skráseta seg

- Um feløg ikki skráseta sínar limir, kann tað fáa keðiligar avleiðingar við eitt nú tryggingum.

Nú hava øll ítróttarfeløg í Føroyum fingið eitt evstamark fyri at skráseta limir sínar í nýggju skrásetingarskipanini hjá Ítróttarsambandi Føroya, sum eitur Askur.

 

Jarvin Feilberg er ítróttar- og ungdómsráðgevi hjá ÍSF, og hann greiðir í samrøðuni, sum kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini, frá, hví ítróttarfeløgini nú hava fingið eitt evstamark at skráseta sínar limir.

 

- Nú er skipanin komin so mikið áleiðis, at feløgini hava møguleikan at fara inn og skráseta sínar limir - uttan, at tað verður so nógv stríð burtur úr hesum.

 

Hann sigur, at hetta faktiskt eisini er eitt krav, soleiðis at ÍSF kann hava hagtøl sum siga, hvussu nógv íðka ítrótt í Føroyum.

 

Jarvin Feilberg sigur, at hetta eisini er neyðugt fyri tryggingar og annað.

 

- Um feløg ikki skráseta sínar limir, merkir tað, at teir limir, sum ikki standa í skipanini hjá okkum, heldur ikki eru fevndir av eitt nú okkara tryggingum.

 

Hann vísir á, at um ein ítróttarleikari kemur til skaða, og viðkomandi ikki er í skipanini, merkir tað, at hesin ikki er fevndur av skipanini.

 

- Tað kann gerast mikið óheppið fyri limin, leggur hann aftrat.

 

Jarvin Feilberg sigur, at skrásetingin fer fram á tann hátt, at ein umsitari er úti hjá hvørjum felag.

 

- Vit hava skrásett eini 80 feløg. Umsitarin hevur ábyrgdina av at skráseta limirnar. Tað, sum vit skulu hava at vita, er fornavn, eftirnavn – og hvar viðkomandi býr, sigur ítróttar-og ungdómsráðgevin hjá ÍSF.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini kanst tú hoyra alla samrøðuna, sum Rás2 hevði við Jarvin Feilberg í gjár.