Føroyanevndin hjá Fólkatinginum er í hesum døgum á vitjan í Føroyum, og í gjár varð vitjað í Klaksvík, har tey eitt nú fingu eina rundvísing í ítróttardeplinum.
Ferðalagið telur 10 limir, har Edmund Joensen og Sjúrður Skaale eru ávíkavist formaður og næstformaður.
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, beyð vælkomin á loftinum í KÍ-høllini.
- Síðan hevði Eirikur í Jákupstovu, vinnu- og mentanarstjóri, eina framløgu um kommununa, har hann legði dent á veksandi inntøkurnar og fólkavøksturin seinnu árini, umframt tær íløgur, sum eru gjørdar í og kring miðbýin.
##med2##
Eftir hetta vísti Torkil Mørkøre, leiðari fyri Ítróttardepilin, gestunum góðu umstøðurnar hjá ítróttinum í Klaksvík, og seinni fekk ein errin, Hilmar Danielsen, høvi at greiða frá arbeiðnum hjá KÍ. Vitjað varð eisini á umsorgarnarheiminum Gloria, Christianskirkjuni, Betesda, Føroya Bjór og Looknorth.
- Gestirnir takkaðu fyri blíðskapin og vóru sum heild sera áhugaðir og høvdu nógvar spurningar um Klaksvík og føroysk viðurskifti annars, skrivar Klaksvíkar kommunu á sínari heimasíðu í dag.
##med3##