Ítróttardepil við Stórá hava búmerki

- Búmerkið skal kunna brúkast á bygninginum, brævpappíri, heimasíðum, marknaðarføringstilfari og øðrum.

Nú skal ítróttardepilin við Stórá hava búmerki. Myndina eigur Jan Smedemark.

Tvøroyrar býráð hevur gjørt av at útskriva kapping um búmerki til Ítróttardepilin við Stórá. Ynskið er at fáa eitt savnandi búmerki sum lýsir, at talan er um eitt ítróttarøki.

- Búmerkið skal kunna brúkast á bygninginum, men eisini á eitt nú brævpappíri, heimasíðum, marknaðarføringstilfari og øðrum.

Kommunan vísir á, at uppskot skulu verða í støddini A4 og skulu sendast til kommununa í afturlatnum brævbjálva, merktur ”við Stórá - búmerkjakapping”.

- Navnið á luttakaranum skal ikki skrivast á uppskotið, men leggjast í ein afturlatnan brævbjálva saman við uppskotinum.

Lagt verður aftrat, at innlatingarfreistin er 1. mars 2016 klokkan 12, og vinnandi uppskotið fær virðisløn á 5.000 krónur.