Ítróttafagnaðurin: Hondbóltssigurin á Spania er ársins ítróttaløta

Ársins ítróttafagnaður er í Varpinum í Klaksvík í kvøld

Mynd: IHF

Í kvøld er stóra heiðurstiltakið: Ítróttafagnaðurin í Varpinum í Klaksvík.

 

27-25 HM-sigurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti í Trier í Týsklandi er ársins ítróttaløta.

 

Tær fingu 46 prosent av atkvøðunum á Sona appuni. 

 

Hini sum vóru í uppskoti til heiðurin vóru 2-1 sigurin hjá manslandsliðnum í HM-undankappingini í fótbólti á Kekkia á Tórsvølli, og sigurin hjá Rúna Øster í einmansleiki í badminton á oyggjaleikunum í Orknoyggjum. 

 

Mynd: IHF