Italskur dómari til Luksemborg-Føroyar

38 ára Michael Fabbri úr Italia hevur dømt í Seriu A og Seriu B farnu 10 kappingarárini

Michael Fabbri úr Italia verður høvuðsdómari til Nations League dystin hjá okkara monnum niðri í Luksemborg

Michael Fabbri úr Italia verður høvuðsdómari til Nations League dystin hjá okkara monnum niðri í Luksemborg

Tað verður ein rættiliga royndur dómari føroyska landsliðið fær í tí fjórða dystinum í Deild C í Nations League, tá vit á útivølli spæla móti Luksemborg á Stadé de Luxembourg í Luksemborg býi komandi týskvøld.

38 ára gamli italiumaðurin, Michael Fabbri hevur síðani 2012 dømt dystir í Seriu A, Seriu B og í Coppa Italia, so tað er ein dómari sum er vanur at vera undir nógvum trýsti.

Michael Fabbri hevur dømt altjóða dystir, bæði felagslið og landslið síðani 2018. 

Dysturin millum Luksemborg og Føroyar í ovurmorgin byrjar klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. 