Italsku vespurnar 60 ár

Í ár eru 60 ár liðin síðan heimskendu italsku Vespa skutararnir komu á marknaðin fyri fyrstu ferð. Í hesum sambandi hevur MC-Sølan góð tilboð við Vespa skutarum


Í dag er tað aftur vorðið populert at koyra við Vespa, sum eru teir skutararnir tey flestu minnast aftur á, hóast nógv onnur sløg hava verið á marknaðinum. Vespa hava eisini ein annan týdning her hjá okkum, nú surrandi vespur hoyra til gerandisdagin ávísar tíðir av árinum.    
 
Italska Piaggio verksmiðjan varð stovnað í 1884 i Genua af Rinaldo Piaggio, sum byrjaði við framleiðslu av maskinum og jarnbreytarvognum. Í 1915 fóru Piaggio undir framleiðslu av flogførum, sum í 20-unum settu fleiri heimsmet.  
 
Eftir at verksmiðan eftir seinna heimabardaga lá í ruinum av bumbuálopum, byrjaði framleiðslan aftur við skutarum í 1946, og fingu hesir navnið Vespa. Navnið kom av, at skutarin ljóðaði sum ein surrandi vespa.
 
Vespa skutararnir vóru ein sonn kolvelting tá teir komu á marknaðin, fyrst í Evropa og síðan um allan heimin. Við tað at teir vóru bíligari enn motorsúkklur og bilur, vórðu teir sera væl móttiknir og umtóktir sum flutningstól hjá vanliga fólkinum.
 
Frá tí at fyrsti Vespa varð gjørdur í 1946 til í dag eru teir gjørdir í 89 ymiskum modellum. I dag verða teir gjørdir í Italia, India og Indonesia við motorum frá 50 til 200 cc saman við einum Vespa Classic, sum verður gjørd til japanska marknaðin, har er Vespa tann mest seldi skutarin, sum ikki er av japanskum uppruna.
 
Vespa skutararnir fáast í fýra ymiskum støddum, tann minsti er LX50, sum er ein knallertskutari við 50 cc motori, síðan eru tað skutarar til motorsúkklukoyrikort við ávikavist 125, 200 og 250 cc.
 
Tað er MC-Sølan sum selur Vespa skutarar saman við Piaggio, Gilera og Derbi.