Italskt stórtalent til Newcastle

Premier League: Newcastle hevur keypt Sandro Tonali frá AC Milan

Eitt sindur óvæntað hevur Newcastle keypt 23 ára gamla italska stórtalentið, Sandro Tonali, frá AC Milan. Prísurin sigst liggja um beint yvir 500 milliónir krónur.

 

Partarnir hava gjørt sáttmála fram til 2028. Sandro Tonali hevur verið nevndur sum avloysarin hjá Andreas Pirlo. Bæði tí hann er miðvallarin, men eisini tí yrkisleiðin er meinlík tí hjá kenda italska miðvallaranum, sum í dag er venjari hjá Sampdoria.

 

Teir eru báðir uppvaksnir í Brescia og eru miðvallarar. Teir hava báðir skift til AC Milan, men nú fer Sandro Tonali at royna nýggjar leiðir. Hann skiftir til nýríka Newcastle, sum farna kappingarár vann seg í Champions League.

 

Tað er nakað, sum ger tað møguligt hjá Newcastle, at brúka fleiri pengar. Umframt Sandro Tonali, verður eisini gitt, at Newcastle ætlar sær 26 ára gamla landsmannin, Nicolò Barella, ið spælir við Inter Milan.

 

##med2##