UEFA hevur útihýst italska stórfelagnum AC Milan frá evropiskum fótbólti fyri at hava brotið Financial Fair Play reglurnar. Italska felagið sleppur tí ikki at spæla í evropisku kappingunum komandi tvey árini. Hesum boða útlendskir miðlar, millum annað danska TV2, frá í dag.
Hetta fær beinanvegin avleiðingar fyri AC Milan, tí hóast teir bara endaðu á sætta plássið í Seriu A farna kappingarár, var tað nokk til at tryggja sær luttøku í bólkaspælinum í Europa Leauge.
Tað sleppa teir so kortini ikki. Financial Fair Play reglurnar skulu tryggja, at feløg ikki nýta ov nógvan pening til spælarakeyp í mun til inntøkur felagsins. Deildin hjá UEFA, sum hevur ábyrgd av at hendan lógin verður fylgd, Club Financial Control Body, hevur kannað roknskapin hjá AC Milan, og er komin til ta niðurstøðu, at AC Milan hevur brúkt ov nógv.
Sambært Club Financial Control Body hevur AC Milan seinastu trý kappingarárini havt eitt undirskot á 1,9 milliardir krónur. Mest loyvda skuldin hjá einum felag er 223 milliónir krónur, sambært danska TV2.
AC Milan hevur møguleika at kæra avgerðina til altjóða ítróttardómstólin í Strasbourg, CAS.
Um avgerðin hjá UEFA verður standandi, tekur Fiorentina plássið hjá AC Milan í Europa League.










