Rektarin á Fróðskaparsetrinum afturkomin úr Italia við tveimum samstarvsavtalum og studningi til fimm studentar at læra italskt
Malan Marnersdóttir, rektari, var í døgunum frá 10. oktober til 15. oktober boðin til Italia at vitja á Universitetinum í Calabria, sum heldur til í býnum Cosenza og á Akademinum LALEO (Libera Accademia delle Lingue Europee ed Orientali, sum merkir frælsa akademii fyri evropeisk og orientalsk mál) í bygdini Santa Severina. Burturúr hesi vitjan eru komnar ikki minni enn tvær samstarvsavtalur.
Avtalurnar eru sonevnd ?Letter of Commitment? og ?Letter of Intent?, sum eru vanligar samstarvsavtalur millum evropeisk universitet. Fróðskaparsetrið hevur frammanundan avtalu við Háskóla Íslands og Høgskolen í Stavanger í Noregi.
Í báðum avtalunum verður staðfest, at ætlanin er at samstarva um gransking og útbúgvingar. Endamálið er at fáa í lag skifti av næm-ingum, granskarum og granskingarúrslitum millum stovnarnar.
Calabria og Føroyar hava millum annað fisk sum felags áhugamál. Í avtaluni er nevnd ætlan um at samstarva innan gransking og undirvísing í evninum fiskafólk og fiskahagreið-ing. Harafturat hava báðir italsku granskingarstovnar-nir stóran áhuga - eins og Fróðskaparsetrið - fyri málpolitikki, og herundir serliga støðuni hjá fámentum málum. Í Calabria eru fleiri fáment mál, sum serliga Akademiið í Santa Severina granskar.
5 námstudningar til føroyingar
Heim við sær úr Italia hevur Malan Marnersdóttir, rektari, eisini fingið tilsøgn frá LALEO um studning til at fimm føroyskir studentar kunnu koma til Italia at læra seg italskt mál og mentan. Tey veita skúla og innivist, føroysku studentarnir skulu sjálvir gjalda fyri ferð og útreiðslur til annað uppihald enn gisting.
Á ferðini helt Malan Marnersdóttir fyrilestrar fyri italsku vertunum um Fróðskaparsetrið, føroyskt mál og føroyskar bókmentir. Italsku vertirnir greiddu frá, at Universitetið í Calabria er stovnað fyri 30 árum síðani við tí fyri eyga at menna økið, har suðuri í Italia, sum var tiltikið tilafturskomið. Royndirnar vísa, at fólk eru farin at støðast betri í økinum og at økið hevur verið fyri sosialum framburði. Serliga sæst hetta sambært universitetinum aftur í at mafian, sum annars hevur verið sterk har suðuri í Italia, ikki hevur so góðar fastatøkur á fólki longur.
Upprunin til vitjanina hjá Maluni Marnersdóttir í Italia og nýggja samstarvið, er at finna í nýggju føroysku-italsku orðabókini hjá Gianfranco Contri. Ein av teimum, sum hjálpti Gianfranco var Cesare Pitto, professari í søgu. Hann fekk skipaði fyri, at rektarin á Universitetinum í Calabria sendi innbjóðing til Fróðskaparsetrið um vitjan og samstarvsavtalu.
Tað næsta sum ferð at henda, er at Fróðskaparsetrið fer at lýsa við námsstudningunum til føroyskar studentar, og at granskarar-nir í Italia og á Fróðskaparsetrinum, fara at leggja til rættis, hvussu granskingarsamstarvið ítøkiliga skal fara fram.










