Italskir spurningar

Lazio hevur fleiri ivamál í hópinum, sum mánadagin kom til Keypmannahavnar

 

Europa-Cup

 

 

 

Milliarda dýru leikararnir hjá Lazio komu mánadagin til Keypmannahavnar, har teir skulu fyrireika seg til týdningarmikla dystin móti FCK.

 

Hóast ein dystur móti donsku meistarunum neyvan er nakað, sum kann ræða fótbóltsmillióningarnar úr italska stórfelagnum, so kann týdningurin av dystinum neyvan undirmetast. Vit hava áður skrivað, at leikararnir í FCK kunnu rokna við einum kekki upp á 200.000 krónur, um tað eydnast at basa Lazio yvir tvey umfør, men týdningurin av hesum er so nógvar ferðirnar størri hjá mótstøðuliðnum.

 

Neyvan er tað tó spurningurin um pengar, sum fær rómverjarnar at hugsa ov nógv, men hinvegin verður tað mett sum ein sonn skandala, um tað ikki eydnast liðnum at spæla seg í bólkaspælið í sterkastu europeisku kappingini.

 

 

 

Zoff er varin

 

Venjari hjá italska felagnum er fyrrverandi metmaðurin á italska landsliðnum, Dino Zoff, suim eisini var venjari hjá italska landsliðnum, sum í yvirtíðini tapti finaludystin móti Fraklandi í undanfarnu EM-kapping.

 

Zoff hevur sjálvsagt nógvar og drúgvar royndir innan yrkið, og hann tykist eisini at vera sera varin við at úttala seg um frammanfyristandandi uppgávuna.

 

- Eg vóni at mínir leikarar eru til reiðar at spæla ímóti FCK. Keypmannahavn hevur eitt gott lið, og vit skulu fara varisliga undir hesa uppgávuna. Teirra kapping er longu byrja, og tí eru teir í betri dystarvenjing enn vit.

 

 

 

Fleiri ivamál

 

Frá føroyskari síðu er longu greitt, at Todi Jónsson neyvan fær nakran leiklut í dystinum, men annars tykjast allir mans hjá FCK at vera tøkir.

 

Hjá Lazio er støðan tó heldur øðrvísi. Í bæði donskum og italskum miðlum verður roknað við, at skal nakar veikleiki finnast á liðnum, er hetta í verjupartinum. Fyrrverandi italski landsliðsmálverjin, Angelo Peruzzi, er smáskaddur, men roknað verður fyri vist við, at hann kortini fer at spæla.

 

Verri er statt hjá Fernando Couto, sum herfyri fekk 10 mánaða langt leikbann, orsakað av dopingdómi. Eisini er ivamál landsliðsleikaran, Alessandro Nesta, og tí liggur nærum fast, at jugoslaviski Sinsia Mihailovic fer at vera í verjuni, har hann annars hevur spælt lítið, síðani Zoff kom til sum venjari. Jugoslavin hevur framúr fótbóltsevni og ikki minst ein frálíkan sparkiteknikk, men hinvegin seta fjølmiðlarnir spurnartekin við, um hann er førur fyri at steðga Zuma, sum tykist vera rættiliga í hopla í løtuni.

 

Annars er eisini ivamál um Dejan Stankovic, sum plagar at halda til á miðvøllinum, og søgurnar ganga harumframt um, at Juventus er áhugað í at keypa Marcelo Salas. Skal hesin handil gerast veruleiki, skal hetta helst henda innan mikukvøldið, og vil hetta tí forða kilenska framherjanum í at taka lut í dystinum.

 

Á miðvøllinum og í álopinum er tó einki at ivast í, at Lazio kortini er sera væl fyri. Spaniólin, Gaizka Mendieta, er júst keyptur fyri ikki færri enn 320 milliónir krónur, og hann er ivalkeyst sjálvskrivaður á miðvøllinum, har hann helst spælir saman við argentiska Diego Simeone og italska Stefano Fiore. Altso ein miðvøllur við trimum altjóða stjørnuleikarunum, og álopið tykist ikki minni ræðani við teimum báðum argentisku málmaskinunum, Hernan Crespo og Claudio Lopez.