Í dag kom italski sendiharrin í Danmark, Stefano Qeirolo Palmas, á kurteisisvitjan í Føroyum í sambandi við italska tjóðardagin. Við sær hevði hann viðurkenda italska klaverleikaran, Paolo Russo, og songkvinnuna, Katrine Krog Russo, sum fara at hava konsertir í Føroyum.
Við í ferðini eri eisini professaran við lærda háskúlan í Rom, Carlu Del Zotti, sum fer at hava fyrilestrar um sambandið millum katólsku kirkjuna og oyggjarnar í Norðurhøvum í miðøld, og hvussu írskir og romverskir kristniboðarar gróðursettu kristnitrúnna í Norðurhøvum. Italska ferðalagið kom til Føroya seinnapartin, og varð skipað fyri konsert við Paolo Russo og Katrine Krog Russo í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.
Eftir ein lítlan bita varð skipað fyri útferð til norður við Kunoynni, yvir á Mikladal og norður í Kallsvík við bjargingarbátinum, Ziska. Ein frálík ferð, sum hugtók gestirnar.
Í morgin vitjar ferðalagið Kósina í Klaksvík, Christian í Grótinum og kjallaran í Christianskirkjuni, har listamaðurin Edward Fuglø fer at greiða frá um listaverkið, Jesus úr Nasaret. Tað er mentanar- og vinnuleiðarin í Klaksvíkar kommunu, Palli Ziskason, sum vísir ferðalagnum runt. Týsdagin skipa Klaksvíkar býráð og italski konsulin í Føroyum fyri almennari móttøku í Gamla Seglhúsinum, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, er vertur.
Á móttøkuni fer Carla Del Zotti, professari, at halda ein stuttan fyrilestur um, hvussu írskir og romverskir kristniboðarar gróðursettu kristnitrúnna í Norðurhøvum. Mikudagin verður ferðalagið í Havn, har sendiharrin skal hitta ymisk umboð fyri almennu Føroyar. Eitt nú skal sendiharrin á fund við Fróðskaparsetrið og landsstýrismannin við mentamálum um samstarv við universitetið í Rom. Mikudagin heldur Carla del Zotti almennan fyrilestur á Fróðskaparsetrinum um sambandið millum katólsku kirkjuna í Rom og bispadømini í Norðurhøvum.
Eisini í høvuðsstaðnum fáa tey tónleikahugaðu høvi at hoyra úrmælingarnar Paolo og Kristine Russo á konsert í Reinsarínum – hetta verður mikukvøldið. Endamálið við ferðini og tiltøkunum annars er at eggja til tættari vinnulig og mentanarlig samstørv millum Føroyar og Italia.
Eitt nú kann samstarvið millum granskarar á lærdu háskúlunum í Rom og í Føroyum varpa nýtt ljós á søgu Føroya í miðøld - og so mikið annað verður boðað frá um ferðina.










