Italska stjørnuliðið er sett

Uttan mun til hvørjir fara at spæla, og hvørjir fara at sita á beinkinum, so verður mótstøðan øgilig, tá ið føroyska U-21 landsliðið í kvøld fer at spæla í Italia.

Tað er greitt, at ein av fremstu álopsspælarunum, stórstjørnan Rossi úr Juventus, er leikbannaður. Lupoli úr Parma er úttikin í hansara stað. Ein av føstu miðverjunum Andreolli er framvegis skaddur og verður tískil ikki førur fyri at spæla.

Sambært upplýsingum úr føroysku leguni í Trento í Italia er tað sannlíkt, at italska stjørnugallaríið í útgangsstøðuni fer at vera í 4-1-4-1 ella 4-3-2-1 leikskipan. Roknað verður við, at liðið fer at síggja umleið soleiðis út:

Andrea Consigli, Rimini Calcio - M. Motta, liðformaður, Torino, L. Marzoratti, Empoli, M. Rossi, Parma, D. Criscito, Juventus - L. Cigarini, Parma - D. Dessena, Parma, A. Lupoli, Fiorentina, S. Giovinco, Empoli, C. Marchisio, Empoli - N. Pozzi, Empoli.

Ein annar møguleiki er at Casiraghi velur at brúka Criscito á sínum vanliga plássi í miðverjuni, har hann spælir í Juventus, og at Pizzano so verður á vinstra bakki, verður gitt í italsku pressuni.