Italska senatið samtykt sparingar

Yvirhúsið í italska tjóðartinginum, Senatið, samtykti í dag tær búskaparligu nýskipaninar, sum skulu fáa landsins búskap aftur á beint, og harvið eru lunnar lagdir undir ta endaligu atkvøðugreiðsluna um sparitiltøkini, sum verður í morgin.

156 senatorar atkvøddu fyri og 12 ímóti.

Tiltøkini, sum tjóðartingið skal samtykkja í morgin, skulu kveikja nýtt lív í tann italska búskapin og fáa tamarhald á tí risastóra fíggjarlógarhallinum, soleiðis sum ES hevur kravt.

Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, hevur sagt, at hann fer at leggja frá sær, so skjótt tjóðartingið hevur samtykt tiltøkini. Roknað verður við, at fyrrverandi ES-kommiserurin Mario Monti fer at taka við sum stjórnarleiðari.