Servandir bretskir herflotamenn hava fríað manningina á einum italskum farmaskipi, sum somaliskir sjórænarar rændu gjáramorgunin. Samstundis tóku hermenninir ellivu sjórænarar til fanga.
Tað eydnaðist skiparanum á Montecristo at senda neyðarkall, áðren sjórænararnir fingu ræðið á skipinum, og alt fyri eitt fóru skip og flogfør at leita eftir tí rænda skipinum.
Tað italska skipið var góðar 500 fjórðingar eystur úr somalisku strondini, tá tað bleiv rænt. Sjey italiumenn, 10 ukrainar og seks indarar manna skipið.










