Tað eru altíð nógvar gitingar um leikaraskitfti í summarsteðginum og í ár er einki undantak. Vit hava samla nakrar av søgunum her. BBC hevur samlað nakrar søgur saman og ein av teimum er søgan um Manchester United vongin Nani. Sambært Metro og Dailymail, so eru Juventus og Inter Milan áhugaðir í at keypa Nani fyri væl yvir 200 milliónir krónur. Samstundis veit Daily Mirror at siga, at Manchester United eru ávegis at keypa Aston Villa liðskiparin, Ashley Young, fyri eitt stað ímillum 100 og 200 milliónir krónur.
Sergio Aguero hevur, sambært The Guardian, boða leiðsluni hjá Atletico Madrid frá, at hann ikki er sinnaður at halda fram í felagnum. Hann hevur fyrr verið settur í samband við eitt nú Chelsea, Inter Milan, Real Madrid og Barcelona. Umframt tey, so eru Juventus, Liverpool og Manchester City settir í samband við svigarsonin hjá Diego Maradona.
Dailymail skrivar, at Carlos Tevez hevur hug at venda heim til Boca juniors í Argentina. Hann er liðskipari og undangongumaður hjá Manchester City, men hevur fleiri ferðir róð framundir, at hann ikki trívist í Manchester. Hinvegin hevur Mario Balotelli givið til kennar, at hann verður aftur at síggja í Manchester City troyggjuni komandi ár.
Hóast Brad Friedel er 40-ára gamal, so eru fleiri feløg áhugaði í undirskriftini hjá honum. Daily Mirror skrivar, at Liverpool eru favorittar at fáa 40-ára gamla amerikumannin, sum í tíðini í Blackburn spældi saman við Gunnari Nielsen. Brad Friedel spældi í Liverpool fyri tíggju árum síðani. Eisini Tottenham, West Bromwich Albion og Schalke 04 hava eyguni eftir honum.
Ein annar málmaður, sum er á veg til eitt felag hann fyrr hevur umboðað, er Heurelho Gomes hjá Tottenham. Avrikin hjá honum hava verið óstøðugu í ár og Daily Mirror skrivar, at hann er sinnaður at skifta aftur til PSV, har hann spældi áðrenn hann kom til Tottenham.
Fleiri leikarar hjá Arsenal sigast at verða á veg vekk frá felagnum. Real Madrid eru eftir høgra bakkinum, Bacary Sagna, meðan Inter Milan vil hava vinstra bakkin, Gael Clichy. Eisini vil Zenit St. Petersburg hava Andriy Arshavin aftur fyri áleið 60 milliónir krónur og danin Nicklas Bendtner er ávegis Bayern Munchen.
Sambært fleiri miðlum, so er Guus Hiddink ovast á ynski listanum hjá Chelsea og Roman Abramovic. 64-ára gamli landsliðsvenjarin hjá Turkalandi, sum er ættaður úr Hollandi, hevur fyrr staðið á odda fyri Chelsea. Eisini José Mourinho er nevndur í tí samanhanginum. Umboðsmaðurin hjá fyrrverandi Liverpool venjarinum, Rafael Benitez, avsannar somuleiðis, at hann er sinnaður at taka yvir í Turkalandi um Guss Hiddink fer til Chelsea.
The Guardian skrivar, at Aston Villa venjarin, Gerard Houllier, innan stutta tíð skal avgerð um hann er førur fyri at halda fram sum venjari. Fraklendingurin legðist sjúkur stutt fyri kappingarenda og tí er óvistt um hann er førur fyri at verða venjari aftur fyribils.