Sum eitt av teimum ringast trongdu ES-londunum hevur Italia nú sett umfatandi sparingar í verk fyri at fáa javnvág á fíggjarlógina. Stjórnin samtykti í gjárkvøldið at spara umleið 24 milliardir evrur.
Hallið á italsku fíggjarlógini í fjør svaraði til 5,3 prosent av landsins bruttotjóðarframleiðslu. Tað er langt oman fyri hámarkið hjá ES, sum er trý prosent, og í gjárkvøldið samtykti stjórnin at fáa hallið niður á trý prosent innan 2012.
Eftir samtyktini hjá stjórnini fáa almenn starvsfólk onga lønarhækking tey bæði næstu árini, ráðharrar og tjóðartingslimir skulu niður í løn, og møguliga verður pensjónsaldurin hækkaður.










