Senatið í italska tjóðartinginum samtykti í gjár eitt uppskot um at skerja tær almennu útreiðslurnar munandi.
-Eydnast tað okkum ikki at fáa javnvág ímillum inntøkur og útreiðslur, fer tann almenna skuldin at gloypa okkara framtíð og framtíðina hjá børnum okkara. Tjóðin heldur eyga við okkum, segði fíggjarmálaráðharrin, Giulio Tremonti, áðrenn senatorarnir fóru at atkvøða. Ráðharrin kom samstundis við einari ávaring til hini londini í Evropa um avleiðingarnar av fíggjarkreppuni.
-Vit mugu ikki taka dagar ímillum, hvør verður bjargaður. Tey, sum vóru á fyrsta klassa umborð á Titanic, vóru ikki før fyri at bjarga sær, og støðan er tann sama nú, segði Tremonti.
Uppskotið um sparingarnar hjá tí almenna varð samtykt við 161 atkvøðum ímóti 135. Tríggir senatorar atkvøddu ikki.











