Italiumenn søgdu nei

Ein stórur meiriluti av italsku veljarunum hava vrakað eitt uppskot um at broyta grundlógina, soleiðis at forsætisráðharrin fekk meiri vald, og at teir einstøku landspartarnir fingu størri sjálvræði. Fólkaatkvøða var um uppskotið sunnudagin og í gjár, men tá uppteljingin var liðug, høvdu bara 38 prosent atkvøtt fyri uppskotinum. 62 prosent søgdu nei.

Tað var stjórnin hjá Silvio Berlusconi, sum legði uppskotið fyri fólkið, men tann nýggja stjórnin hjá Romano Prodi, forsætisráðharra mælti fólkinum frá at taka undir við tí. Sambært Berlusconi hevði tann ætlaða grundlógarbroytingin givið Italia tryggari politisk viðurskifti. Tað kundi ivaleyst verið tiltrongt, tí síðani seinna heimsbardaga hevur landið havt ikki færri enn 61 stjórnir. Romano Prodi hevur eisini sagt, at ávísir partar av grundlógini eru ikki tíðarhóskandi longur, men at uppskotið hjá fyrrverandi stjórnini hevði miðsavnað valdið í ov stóran mun.

47 milliónir italiumenn høvdu atkvøðurætt á fólkaatkvøðuni, men næstan helmingurin sat við hús.