Italia vil hava Ísland upp í ES

Italska stjórnin tekur undir við, at Ísland fær limaskap í Evropasamveldinum. Tað segði uttanríkisráðharrin, Franco Frattini, eftir at hann hevði havt fund við íslendska starvsbróður sín, Össur Skarphéðinsson, í morgun.

Í tíðindaskrivi frá íslendska uttanríkisráðnum stendur, at Italia er til reiðar at rætta íslendingum eina hjálpandi hond, um onkrir trupulleikar stinga seg upp í samráðingunum við ES um limaskap. Samstundis hevur italska stjórnin sagt, at henni er greitt, at íslendingar hava serlig áhugamál, tá talan er um fiskivinnumálini.

Sum skilst var italski uttanríkisráðharrin sinnaður at virka fyri, at samráðingarnar um íslendskan ES-limaskap verða avgreiddar sum skjótast.