Italia vil hava hevnd

Frakland stjól fyri seks árum síðani europameistaraheitið frá Italia, og nú tosa italiumenn um, at teir vilja hava hevnd fyri finalutapið í 2000

Sunnukvøldið kl. 20.00 verður HM-finalan í fótbólti spæld í Berlin. Frakland og Italia eru komin í finaluna, og tað tykist verða púra opið, hvør fer at vinna dystin.
Tey bæði londini spældu fyri seks árum síðani finalu í EM, og ta ferðina var Frakland omaná. Italia var á odda 1-0 til tað manglaðu fá sekund av dystinum, men Frakland javnaði, og í umdystinum fekk Frakland sigursmálið.
Hetta tapið var ein dyggur smeitur hjá italiumonnum, og nú vilja teir hava hevnd fyri tað tapið.
- Vit vóru 17 sekund frá at verða europameistarar, men vit vita øll, hvussu tað endaði. Vit vóru óhepnir, men tað vilja vit bøta um hesaferð, sigur Marco Materazzi, verjuspælari hjá Italia.
Hann hevur spælt meira í HM-endaspælinum, enn roknað varð við frammanundan, tí Alessandro Nesta hevur verið skaddur fleiri dystir og kann heldur ikki spæla í finaluni.
Frakland hevur allar sínar týðandi spælarar tøkar til finaluna, og aftur hesaferð skal Frakland spæla í hvítum troyggjum, meðan Italia sleppur at spæla í sínum vanligu bláu troyggjum.
Men tað er ikki vist, at fraklendingar eru so keddir um tað, tí síðani Frakland fór í hvítu troyggjurnar í 1/8 finaluni hava teir spæla á einum heilt øðrum stigi enn í undanfarnu dystum..