Italia víðari í stórum og sosialum stíli

EM 2020: Italski venjarin vísti stórsinni, tá Italia tryggjaði sær fyrsta plássið

Í gjár vóru seinastu dystirnir í bólka A til EM-endaspælið. Italia vann 1-0 á Wales og Sveis vann 3-1 á Turkalandi. italia er víðari sum nummar eitt við fullum stigatali, og Wales er víðari sum nummar tvey. Sveis kennir enn ikki sína lagnum. Turkaland er fyrsta landið, sum endaliga er úti av EM.

 

Italia hevði gjørt fleiri broytingar til dystin móti Wales í gjár. Millum annað byrjaðu Matteo Pessina og Marco Verratti inni. Tann seinni legði upp til málið, sum tann fyrrnevndi skoraði. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik fekk Ethan Ampadu beinleiðis reytt kort, fyri at traðka á ein italiumann. Tað eru ymiskar meiningar um tað var til reytt kort.

 

Í seinna hálvleiki skifti Roberto Mancini nógv út. So nógva, at seinasta útskiftingin var av málverjanum. Nú hava allir spælarar uttan triðjaval í málinum verið á vøllinum. Wales hevði ein gyltan møguleika at javna, men Gareth Bale sendi bóltin uppum.

 

Í Baku í Aserbadjan vann Sveis 3-1 á Turkalandi. Sveis hevur nú fýra stig bíðar eftir lagnuni sum 3’ari. Fýra av seks 3’arum koma víðari.

 

Bólkur A:

 

Italia – Wales 1-0

 

1-0 Matteo Pessina, 39

 

 

 

Sveis – Turkaland 3-1

 

 

 

1-0 Haris Seferovic, 6

 

2-0 Xherdan Shaqiri, 26

 

2-1 Irfan Kahveci, 62

 

3-1 Xherdan Shaqiri, 68

 

 

 

Støðan:

 

1: Italia 9 (stig) +7 (mál)

 

2: Wales 4 +1

 

3: Sveis 4 -1

 

4: Turkaland 0 -7