Um alt Italia hava minningarguðstænastur verið í dag til minnis um tey, sum doyðu í jarðskjálvtanum Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, var hjástaddur við minningarhaldið í býnum L´Aquila, sumn fekk stóran skaða í jarðskjálvtanum.
Benedikt pávi hevði sent ein av sínum næstu monnum til minningarhaldið, og hann hevði eina heilsan frá pávanum við sær.
Undir minningarhaldinum stóðu 205 kistur á rað, og teirra millum vóru fleiri barnakistur, sum stóðu oman á hinum, skrivar Reuters.
Aftan á minningarhaldið vórðu tey deyðu jarðað.