Italska stjórnin setir strong tiltøk í verk fyri fólk, sum ikki eru koppsett ímóti covid-19.
Frá 6. desember sleppa fólk, sum ikki eru koppsett, ikki at eta á innandura matstovum, í biograf ella til ítróttartiløk.
Higartil eru fólk, sum ikki eru koppsett, sloppin til tiltøk við at vísa negativt svar frá koronukanning.
Tað skrivar tíðindastovan AP.
Harumframt setir stjórnin í Rom sum krav fyri løgreglu- og herfólk eins og starvsfólk á øllum skúlum, at tey skulu vera koppsett. Tað hevur higartil bara verið krav fyri starvsfólk á sjúkrahúsum og øðrum pørtum av heilsuverkinum.
Endamálið við tiltøkunum er at steðga »seinu men støðugu« økingini í talinum av smittaðum, eins og við at endurbyggja búskapin í triðstørsta búskapinum í ES.
Tað sigur forsætisráðharrin í Italia, Mario Draghi. Italski búskapurin tódnaði undir farsóttini í 2020 við 8,9 prosentum.
/ritzau/