Tveir aðrir dystir vóru í okkara EM undankappingar bólki í kvøld. Í Genoa tók Italia ímóti Serbia. Undan dystinum valdi serbiski málmaurin, Vladimir Stojkovic, at takka fyri seg til hendan dystin, tí viðhaldsfólkini hjá Serbia spiltu hann út.
Dysturin var fyrst útsettur í ein góðan hálvan tíma, tí serbisku viðhaldsfólkini uppførdu seg so illa. Dystur var síðani settur ígongd, men tað gingu bara 6-7 minuttir, so mátti skotski dómari, Craig Thomson, avblása dystin, tí tað var ikki spælandi. Talan var um góð 1600 serbisk viðhaldsfólk.
- Dysturin verður ikki spældur. Eg havi aldrin sæð nakað líknandi, segði landsliðsvenjarin hjá Italia, Cesare Prandelli sambært soccernet.com.
Í hinum dystinum í okkara bólki vann Slovenia 1-0 á Estlandi.