Italia og Kroatia fingu fult

Tíðliga seinnapartin í morgin fer føroyska U-21 landsliðið í fótbólti at spæla EM undankappingardyst á Svangaskarði ímóti Grikkalandi.

Í dag hava hinar fýra fótbóltstjóðirnar í bólkinum verið í eldinum. Albania hevði vitjan av Italia, og Kroatia hevðí vitjan av Aserbadjan. Í báðum førum var talan um favorittsigrar, og í báðum førum var talan um ikki serliga sannførandi sigrar.

Í Albania vann Italia 1-0. Einsamalla málið skoraði Robert Axquafresca í 69. minutti.

Í Kroatia vann heimaliðið 3-2 á Aserbadjan, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 3-1. Josip Tadic og Ivo Ilicevic løgdu í 13. og 20. minutti heimaliðið á odda 2-0. Í 34. minutti minkaði Nodar Mammadov um munin til 2-1. Tomislav Busic skoraði til 3-1 í 45. minutti, og í 63. minutti minkaði Nodar Mammadov aftur um munin til eitt mál.

Í 69. minutti sá ein av spælarunum hjá Aserbadjan reyða kortið, men hóast heimaliðið síðstu tjúgu minuttirnar hevði ein mann fleiri á vøllinum enn mótstøðuliðið, so eydnaðist tað ikki at vinna við meiri enn tepran 3-2 sigur.