Italia hevur lægst koronatøl í yvir tríggjar vikur

Talið av deyðum av korona í Italia er í dag hækkað við 431 gil 19.899. Tað lægst hækking síðani 19. mars.

Heilsumyndugleikarnir kundu í dag boða frá lægsta koronadeyðatali síðani 19. mars, sum eisini bendir á, at virusútbroitð í harðast rakta landinum hevur verið upp á tað mesta.

Við teimum 431 nýggju andlátunum er talið av koronaandlátum í Italia uppi á 19.899. Tað er næsthægsta tal eftir USA.

Talið av staðfestum koronatilburðum í Italia er hækkað við 4092 til 156.363, siga mynduleikarnir.

Talið av deyðum undir koronaútbrotinum í Italia hækkað í gjár við 619.

Fallið í talinum av deyðum skhyldast sambært heilsuserfrøðingum, at tað verða tikið nógv fleiri royndir í landinum.

Yvir 34.000, sum hava verið smittað í Italia, eru komin fyri seg aftur.

Keldur í sjúkrahúsverkinum siga við Reuters, at trýstið á intensivu deldirnar er minkandi.

Embætismenn í hart rakta Lombardínum siga seg óttast, at støðan enn ikki er í javnvág. Yvir 10.900 eru deyð í landspartinum.

Tey 60 milliónir fólkini í Itali hava loyvi at fara úr heiminum, tá tey skulu til arbeiðis ella at keypa inn ella hava serlig ørindi so sum læknavitjan.

Tað er bert loyvt at fara sær ein rennitúr nærindis heiminum.

Italsku myndugleikarnir hava nógv fleiri løgreglufólk á varðferð fyri at kanna, um avmarkingarnar verða hildnar páskadagarnar.

Serligu tiltøkini vórðu sett í ferk 10 mars. Tey eru fyribils longd til 3. mai.

Conte og stjórn handara er undir trýsti frá italskum vinnufelagsskapum, sum hava ávarað um, at virkini ikki klára at gjalda starvsfólkum løn, um steingingin av ladninum stendur við.

/ritzau/Reuters