Italia hevur brúk fyri Totti

Tað hevur als ikki gingið eftir vild hjá italsku heimsmeistarunum í nýggju EM-undankappingini. Italia er í bólki saman við Føroyum, og higartil hevur Italia bert fingið eitt stig fyri tveir dystir. Tað hevur fingið tann kroysta venjaran, Roberto Donadoni, at heita á Francesco Totti um at koma aftur á landsliðið. Totti var ikki við í tveimum báðum undanfarnu dystum.
- Eg rokni við, at Totti fer at spæla á landsliðnum aftur longu í næsta mánaði. Vit skulu tosa saman um formin hjá honum, tá næstu dystirnir nærkast, men er hann klárur, so spælir hann fyri Italia aftur, sigur Donadoni við italskar fjølmiðlar.