Italia var í ringum skørum í dystinum móti Australia. Tíðliga í seinna hálvleiki varð Marco Materazzi rikin av vølli, hóast flestu sjónvarpshyggjarar mundu vera samd um, at talan bert var um gult kort.
Australia megnaði tó ikki at avgera dystin, men við 11 móti 10 tóktust teir stevna móti longdari spælitíð. Móti dystarenda rak Grosso tó inn i brotsteigin, og har eydnaðist tað honum at detta um Lucas Neil, soleiðis at dómarin gav brotsspark. Hetta setti Totti í kassan, og so er Italia klárt til tey seinastu átta.