Tað verður kortini ikki á hesum sinni, at mótmælisflokkurin Fimmstjørnarørslan og høgrapopulistiski samgongan Lega megna at skipa stjórn í Italia. Tað er greitt eftir at italski forsetin, Sergio Mattarella, vrakaði uppskotið hjá Giuseppe Conte, ætlaða forsætismálaráðharranum, til nýggjan fíggjarmálaráðharra. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.
Longu fyrr í vikuni var greitt, at forsetin ikki fór at góðtaka 81 ára gamla evromótstøðufólki og búskaparfrøðingin Paolo Savona sum fíggjarmálaráðharra, men helt Giuseppe Conte fast um valið, tá hann bað forseta góðkenna nýggju stjórnina í dag. Tað nyttaði tó einki at trýsta forsetan, tí sum væntað góðkendi hann alla stjórnina uttan ætlaða fíggjarmálaráðharran.
Sambært Reuters, so hevur italski forsetin í kvøld boðað frá, at hann kundi ikki taka undir við valinum til fíggjarmálaráðharra, tí viðkomandi hevði virkað fyri, at Italia tók seg úr evrosamstarvinum. Hann kom tó við øðrum boðum til fíggjarmálaráðharra, men vrakaðu Lega og Fimmstjørnarørslan hansara boð.
Italia hevur ligið í stjórnarloysið síðan tjóðartingsvalið 4. mars, tí tað hevur ikki eydnast nøkrum av flokkunum at skipa stjórn. Heldur óvæntað eydnaðist tað tó Fimmstjørnarørsluni og Lega at semjast um eitt stjórnargrundarlag og fall valið á Giuseppe Conte at leiða tað.
Samstarvið hevur fingið eina heldur kalda móttøku í ES, tí báðir flokkar eru negativt sinnaðir yvirfyri evropeiska samstarvinum og hevur millum annað Paolo Savon áður talað fyri at taka Italia úr evrosamstarvinum.
Ógreitt er hvør næsti leikur nú verður í italskum politikki, men væntað verður, at forsetin ikki hevur nógvar aðrar valmøguleikar enn at útskriva val. Ein møguleiki, ið leiðarin fyri Lega, Matteo Salvini, longu nevndi, meðan forsetin og Giuseppe Conte fundaðist í kvøld.
- í einum fólkaræði, um vit enn eru eitt fólkaræði, er einans ein møguleiki. Latið italienar siga sína hugsan, segði Matteo Salvini í eini røðu til síni viðhaldsfólk í kvøld, sambært Reuters tíðindastovuni.










