Føroyska landsliðið skal í kvøld, á heimavøllinum hjá Fiorentina í Firenze, dystast ímóti Italia, sum hevur fingið nýggjan landsliðsvenjara síðani HM endaspælið. Nýggi maðurin er Cesare Prandelli, sum seinastu fimm árini hevur verið venjari hjá Fiorentina. Hann hevur ætlanir um at gera Italska landsliðið meiri undirhaldandi at hyggja eftir.
- Mín meining er, at italska landsliðið hevur meiri at geva, og sum tíðin gongur, so verður italska landsliðið eisini meiri undirhaldandi at hyggja eftir, sigur Cesare Prandelli.
Italia kláraði seg stak illa í HM endaspælinum og endaði niðast í sínum bólki, men Cesare Prandelli hevur funnið eina loysn uppá tann kreativa partin av spælinum.
- Eg eri sannførdur um, at Andrea Pirlo, Riccardo Montolivo og Daniele De Rossi kunnu standa fyri tí kreativa partinum av spælinum hjá okkum. Verður ein av teimum læstur á verjukenda miðvøllinum, so kunnu hinir báðir stuðla tí álopskenda partinum av spælinum. Sum nú er, so er tað bara Antonio Cassano, ið ger tað og tá kemur ov lítið burtur úr, sigur Cesare Prandelli.
Dysturin millum Italia og Føroyar byrjar klokkan 19.50 í kvøld.