Italia spældi leygardagin á heimavølli ímóti Ukraina í EM-bólki B, og dysturin endaði við 2-0 sigri til italska liðið, sum undan hesum dystinum bert hevði fingið eitt stig í tveimum dystum. Leingi sá út til, at dysturin skuldi fara at enda málleysur, men so fekk Italia brotsspark. Tað sendi Massimo Oddo trygt í netið til 1-0 til Italia. Løtu seinni skoraði álopsspælarin Luca Toni til 2-0, og so hevði Italia tryggjað sær øll trý stigini í dystinum.