Italia er víðari eftir tepran sigur

EM 2020: Italia vann ikki fyrr enn í longdaði leiktíð á Eysturríki, sum stóð seg væl

Italia hevur í kvøld vunnið seg víðari til fjórðingsfinaluna í EM-endaspælinum. Italia vann 2-1 eftir longda leiktíð móti Eysturríki.

 

Italia var stórur favorittur at vinna dystin, men tað vísti seg ikki at verða so einfalt. Eysturríki vísti seg frá síni góðu síðu, og eina løtu hildu teir, at teir høvdu lagt seg á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tað vísti seg seinni, at Marko Arnautovic var rangstaddur.

 

Í longdu leiktíðini kom gong á Italia. Fyrst skoraði Federico Chiesa og síðani økti Matteo Pessina, áðrenn Sasa Kalajdzic minkaði um munin. Italia skal møta vinnaranum av Belgia og Portugal.