Italia er skelka

Púra óvæntað gjørdist talan um tap hjá teimum báðum italsku liðunum í undankappingini til Champions League


 

Europa

 

 

 

FCK var so langt í frá einasta liðið, sum mikukvøldið royndi at skapa eitt gott útgangsstøði í royndunum at sleppa til lovaða landið, sum meistarakappingin hjá UEFA í veruleikanum er.

 

Kring alt Europa vórðu dystir leiktir mikukvøldið, og hóast úrslitið í flestu førum var á leið tað, sum roknast kundi við, so skerst ikki burtur, at í ávísum førum var talan um sera óvæntað úrslit.

 

 

 

Italskt sjokk

 

Í Italia og í Europa annars varð ikki roknað við, at FCK av álvara fór at bíta frá sær móti Lazio, men hóast tapið, so roknað suðurlendingarnir helst við, at FCK fer at hoykna undan trýstinum í Rom, soleiðis at Lazio kortini sleppur við í kappinga.

 

Verri er statt hjá hinum italska liðnum, sum var í eldinum mikukvøldið. Parma hevði heimadyst móti franska Lille, og tað má metast sum einki minni enn ein sensatión, at tað eydnaðist fraklendingunum at fara aftur við einum 2-0 sigri.

 

Eisini eitt annað av sigursvandu europeisku feløgunum er í stórum trupulleikum eftir fyrra undankappingardystin. Ajax Amsterdam mátti á heimavølli taka til takkar við einum 3-1 tapi fyri skotska Celtic. Skotsk feløg hava ofta hava trupulleikar í Europa, men við sigrinum tók Celtic eitt risa fet móti síni fyrstu luttøku í sterkastu europeisku kappingini.

 

 

 

Rosenborg kom aftur

 

Rosenborg hevur seinnu árini verið besta norðurlendska felagið, men mikukvøldið var um reppið, at teir tveittu møguleikan fyri hesum burtur í eitt ár. Rosenborg var á útivølli aftan fyri við tveimum málum móti Inter Bratislava, tá 20 minuttir restaðu at leika, men við tveimum seinum málum eydnaðist kortini at skapa eitt gott útgangsstøði.

 

Hini bæði norðurlendsku liðini stóðu seg ikki eins væl. Haka úr Finnlandi, sum fyri trimum árum síðani vitjaði HB, tapti greitt fyri enska Liverpool, meðan Halmstad úr Svøríki tapti fyri belgiska Anderlecht. Í báðum førum var talan um tap á heimavølli, so teirra leiklutur er helst av í so máta.

 

 

 

Frelsarin Rivaldo

 

At enda skal nevnast, at einasti leikarin, sum í løtuni livir upp til sítt stjørnunavn í Barcelona, er brasiliumaðurin, Rivaldo. Stórfelagið hevur havt álvarsligar trupulleikar seinastu tíðina, og millum annað var tað ikki meira enn akkurát, at felagið slapp við í undankappingina til Champions League.

 

Ta ferðina noyddist Rivaldo at skjóta hat-trick móti Valencia, til tess at at tryggja catalanunum luttøkuna, og mikukvøldið syrgdi brasilski bóltsnillingurin aftur fyri einum sigri, tá hann skeyt trý mál í 4-3 sigrinum hjá Barcelona.

 

Seinastu dystirnir í undankappingini verða leiktir týs- og mikukvøldið, 21./22. august.

 

 

 

Úrslit, 3. undankappingarumfar:

 

Locomotiv Moskva-Tirol Innsbruck 3-1 (2-1)

 

1-0: Lekcetho, 2

 

1-1: Kirchler, 19

 

2-1: Izmailov, 36

 

3-1: Ignachevitch, 80

 

 

 

Shakhtar Donetsk-Borussia Dortmund 0-2 (0-1)

 

0-1: Ricken, 35

 

0-2: Oliseh, 73

 

 

 

Ajax-Celtic 1-3 (1-2)

 

0-1: Petta, 7

 

0-2: Agathe, 20

 

1-2: Arveladze, 38

 

1-3: Sutton, 55

 

 

 

Crvena Zvezda-Bayer Leverkusen 0-0

 

 

 

FCK-Lazio 2-1 (0-0)

 

0-1: Drespo, 55

 

1-1: Laursen, 72

 

2-1: Fernandez, 85

 

 

 

FC Haka-Liverpool 0-5 (0-1)

 

0-1: Heskey, 32

 

0-2: Owen, 56

 

0-3: Owen 66

 

0-4: Hyypia, 86

 

0-5: Owen, 88

 

 

 

FC Porto-Grasshoppers 2-2 (1-0)

 

1-0: Deco, 4

 

1-1: Nunez, 50

 

1-2: Nunes, 52

 

2-2: Helder Postiga, 58

 

 

 

Galatasary-Levski Sofia 2-1 (1-0)

 

1-0: Umit Karan, 9

 

2-0: Umit Davala, 75

 

2-1: Ivanov, 87

 

 

 

Hajduk Split-Mallorca 1-0 (1-0)

 

1-0: Bilic, 21

 

 

 

Halmstad-Anderlecht 2-3 (1-0)

 

1-0: Svensson, 13

 

1-1: Seol, 48

 

1-2: Aruna, 64

 

2-2: Selakovic, 74

 

2-3: Mornar, 84

 

 

 

Inter Bratislaav-Rosenborg 3-3 (0-1)

 

0-1: Brattbakk, 8

 

1-1: Lembakoali, 54

 

2-1: Lembakoali, 61

 

3-1: Drobnak, 68

 

3-2: Skammelsrud, 76

 

3-3: sjálvmál, 88

 

 

 

Parma-Lille 0-2 (0-0)

 

0-1: Landrin, 46

 

0-2: Ecker, 80

 

 

 

Rangers-Fenerbache 0-0

 

 

 

Slavia Prague-Panathinaikos 1-2 (0-1)

 

0-1: Liberopoulos, 25

 

0-2: Karagounis, 55

 

1-2: Kuka, 70

 

 

 

Steaua Bukarest-Dynamo Kiev 2-4 (1-3)

 

0-1: Bialkevich, 8

 

0-2: Bialkevich, 27

 

1-2: Trica, 30

 

1-3: Idahor, 43

 

2-3: Trica, 53

 

2-4: Melascenko

 

 

 

Wisla Krakow-Barcelona 3-4 (3-2)

 

1-0: Pater, 22

 

1-1: Rivaldo, 29

 

2-1: Pater, 30

 

2-2: Rivaldo, 32

 

3-2: Frankowski, 38

 

3-3: Kluivert, 54

 

3-4: Rivaldo, 71