Italia ella Ronaldo rúka í svinginum

HM 2022: Tað er ikki pláss fyri bæði Italia og Portugal til HM 2022 endaspælið

Lutakast til avgerandi “Play off” dystirnar til HM endaspælið í 2022 hevur verið. Nú er greitt, at Italia ella Portugal verða ikki at síggja til HM-endaspælið í Katar.

 

Tað eru tólv lond, sum spæla um trý pláss. Liðini spæla fyrsta eina hálvfinalu og síðani ein finalu. Italia skal møta Norðurmakedónia og Portugal skal møta Turkalandi. Talan er um ein dyst, har heimaliðið hevur vunnið sær rættin til heimavøllin. Vinnarin av hesum uppgerðunum skal spæla eina finalu um at koma til HM-endaspælið.

 

Tvey av londunum, sum vit vóru í bólki saman við, skulu eisini kappast um at koma víðari. Eysturríki skal spæla á útivølli móti Wales, meðan Skotland á heimavølli fær vitjan av Urkeina. Síðani møtast vinnararnir í eini finalu.

 

Í triðja bólkinum er tað Russland móti Póllandi, og Svøríki móti Tjekkia. Hálvfinalurnar verða spældar hósdagin 24 mars 2022, og finalurnar verða týsdagin 29. mars 2022.