Á myndini vinstrumegin sæst, hvussu hesin parturin av Soledar sá út, áðrenn russar lupu á býin. Myndin høgrumegin vísir, at hvørt einasta hús og bygningur eru í knúsi.

ISW: Soledar er helst fallin

- Hetta er ein lítil býur, sum er eitt fet víðari í royndini at taka ein annan lítlan bý, Bakhmut, sum heldur ikki er serliga týdningarmikil, sigur Geir Hågen Karlsen, obertsloytnantur, við norska Dagbladet.

 

Á myndini vinstrumegin sæst, hvussu hesin parturin av Soledar sá út, áðrenn russar lupu á býin. Myndin høgrumegin vísir, at hvørt einasta hús og bygningur eru í knúsi.

Í morgun veit tankasmiðjan, Study of War (ISW),  at siga, at russiski herurin helst hevur ræðið á meginpartinum av lítla býnum, Soledar, har eysturi í Ukraina.

 

- Myndir, sum eru almannakunngjørdar mikudagin og hósdagn, benda á, at russiski herurin hevur eftirlitið í meginpartinum av býnum - um ikki í øllum býnum.

 

ISW heldur, at russar hava jagstrað ukrainsku hermenninar burtur frá sínum støðum í útryðjuni av Soledar.

 

Tankasmiðan heldur tó ikki, at Soledar hevur nakran serligan týdning fyri framhaldandi krígsførsluna í økinum, og hildið verður heldur ikki, at hetta fer at fáa nakran serligan týdning í bardaganum um grannabýin, Bakhmut.

 

Norski obertsloytnanturin, Geir Hågen Karlsen, heldur ikki, at lítli býurin, Soledar, er ein serliga týdningarmikill býur í øllum samanhanginum.

 

- Hetta er ein lítil býur, sum er eitt fet víðari í royndini at taka ein annan lítlan bý, Bakhmut, sum heldur ikki er serliga týdningarmikil, sigur Geir Hågen Karlsen við norska Dagbladet.

 

Seinastu dagarnar eru mótstríðandi upplýsingar komnir um gongdina í Soledar, men sambært ISW, sum sigur seg byggja sína útsøgn á atkomiligar keldur, er ikki líkt til, at ukrainar longur hava nakra samskipaða verju í býnum.

 

Í morgun sigur varaverjumálaráðharrin í Ukraina sambært Reuters, at bardagar hava verið í Soledar gjøgnum náttina, og at ukrainski herurin roynir at stríðast ímóti hørðu russisku álopunum í býnum.

 

Ukrainskir myndugleikar siga í morgun sambært Sky News, at 559 sivilfólk, harav 15 børn, enn eru eftir í býnum, sum tað ikki hevur eydnast at flyta úr økinum orsakað av hørðu bardøgunum. 

 

 

 

Á myndini vinstrumegin sæst, hvussu hesin parturin av Soledar sá út, áðrenn russar lupu á býin. Myndin høgrumegin vísir, at hvørt einasta hús og bygningur eru í knúsi.