Hátíðarhald verður á Vaglinum leygardagin 30. november kl 15.30, tá jólatræið á tinghúsvøllinum verður tendrað.
Eftir hesa hugnaløtuna letur ísvøllurin frammanfyri ráðhúsið upp, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Ísvøllurin verður nærum ein triðing størri í ár enn í fjør. Vøllurin er longdur yvir móti kioskini hjá Astu, tó soleiðis, at persónbilar kunnu koyra ímillum, eins og parkeringsplássini í sjálvari gongugøtuni eisini verða til taks, sigur borgarstjórin.
Kunngjørt verður seinni á heimasíðuni torshavn.fo viðvíkjandi upplatingartíðum o.ø. Gjørt verður vart við, at parkeringsøkið millum býráðssalin og ráðhúsið verður stongt frá mánadegnum 18. november. Heitt verður á koyrandi um at vísa størsta varsemi.
Gjørt verður eisini vart við, at heimasíðan hjá visittorshavn.fo tann 30. november kemur við eini jólasíðu við øllum tí, sum Havnin hevur at bjóða uppá í jólamánaðinum. Eisini ber til longu nú at fara á facebook.com/jolmidbynum.










