Turkiski býurin Istanbul er sermerktur á tann hátt, at hann er bæði í Evropa og Asia, men nú hava myndugleikarnir ætlanir um at býta hann sundur í tveir sjálvstøðugar býir. Tað var Recep Erdogan, forsætisráðharri og fyrrverandi borgarstjóri í Istanbul, sum kunngjørdi ætlanina, og eina orsøk segði hann vera, at býurin er vorðin so stórur.
Tað almenna fólkatalið í Istanbul er knappar 17 milliónir, men harafturat eru nógv túsund fólk, sum ikki eru skrásett nakrastaðni, skrivar bretska blaðið The Guardian.
Tvær brýr eru tvørtur um Bospurus-sundið, men verður býuirin býttur sundur, skal ein brúgva gerast afturat. Harumframt er ætlanin at gera tveir tunlar undir sundið til bilar og tok.









