Turkiski stórbýurin Istanbul skalv gjáramorgunin. Fleiri hildu, at talan var um ein jarðskjálvta, men skjótt varð greitt, at yvirgangsmenn høvdu sprongt fleiri bumbur í býnum.
Seinasta leygarmorgun vóru tað tvær jødiskar synagogur, sum vóru mál hjá yvirgangsmonnunum í Istanbul. Í gjár søktu teir at deildini hjá altjóða bankanum HSBC og bretska konsulátinum, og løtu seinni brast enn ein bumba uttan fyri eini stór handilshús.
Tey fyrstu tíðindini frá tíðindastovunum søgdu, at trý fólk høvdu latið lív, men seinni frættist, at spreingingarnar høvdu kravt seks mannalív. Av teimum doyðu fimm av bumbuni við HSBC-bankan, og tað sætta doyði uttan fyri bretska konsulátið.
Aftan á spreingingarnar leygardagin vildu turkisku myndugleikarnir vera við, at sjálvmorðsbumbumenninir, sum søktu av teimum báðum jødisku synagogunum, høvdu havt tilknýti til ein felagsskap í Afghanistan. Frammanundan hevði Al-Qaeda átikið sær ábyrgdina av spreingingunum, men í gjár var ikki greitt, um hann eisini hevði ábyrgdina av spreingingunum í gjár.