Ðistórtióonuaq Party

Norðurbryggjan letur upp við einum braki ? fyri innboðin og almenningin. Millum tiltøkini er eitt serstakt Ðistórtióonuaq Party

Tað stundar av álvara til, at Norðurbryggjan, Nordatlantens Brygge á donskum, í Keypmannahavn letur upp. Nýggja Útnorður mentanarborgin í danska høvuðsstaðnum, ætlar eisini at vísa seg frá sínari bestu síðu í sambandi við upplatingina hósdagin.
Tá hugsað verður um, at húsið skal vísa mentan úr Útnorði, so er tað eisini ein spennandi og ikki lítið forkunnug skrá, sum tey hava lagt til rættis.
Innboðin
Sum vera mann er tað ein meira formligur partur av upplatingini. Dronning Margrethe verður við, og hetta setir krøv til tiltakið, sum merkir at talið av gestum má avmarkast. Av øðrum heiðursgestum kunnu vit nevna fyrrverandi íslendska forsetan, Vígdis Finnbogadóttir, Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, og Annfinn Kallsberg verður flokkaður millum tungu nøvnini.
Umboðsstovurnar hjá teimum trimum londunum lata eisini upp hósdagin.
Tað verður eisini Vígdis Finnbogadóttir, forkvinna fyri Norðurbryggjuna, sum formelt letur húsið upp kl. 14 hósdagin, og ein tíma seinni verður tíðindafundur. Samstundis verður ein stór listaframsýning latin upp.
21 listafólk úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi eru við á framsýningin. Heitið á framsýningin er ikki tilvildarliga Kolonialen. Framsýningin hevur til endamáls at sýna samtíðarlist úr teimum trimum londunum.
- Vit vilja fegin vísa, at londini hava nógv at bjóða upp á. Annað enn føroyskan dans og fólkatónleik, sigur Mads Nordlund, fjølmiðlasamskipari fyri Norðurbryggjuna, sum leggur eina við, at pláss skal vera fyri øllum.
Føroysku listafólkini eru: Anker Mortensen, Astri Luihn, Bárður Jákupsson, Hans Pauli Olsen, Hansina Iversen, Rannvá Kunoy og Tróndur Patursson.
Eisini tvær aðrar framsýningar lata upp. Onnur er framsýningin Veiðimentan í Ùtnorði, sum hevur verið sýnd fram í Norðurlandahúsinum í Føroyum.
Tann triðja framsýningin verður rópt Historier í træ. Hendan framsýningin sýnir brúkslist og handverk gjørt úr træ úr teimum trimum londunum seinastu fimmhundrað árini.
Seinni um kvøldið verður ein størri móttøka hildin fyri einum stórum tali av innbodnum gestum.
Hini
Ert tú staddur í Keypmannahavn ella har á leið, men tú kanst ikki kalla teg kongaligan, og innbjóðingin er horvin í postinum, so hevur tú kortini møguleikan at ríka teg við rættiliga fitt av mentan. Leygardagin og sunnudagin verður skipað fyri einum festivali í sambandi við upplatingina.
Skráin er drúgv, og hildið verður á tað mesta av leygardegnum og sunnudegnum. Mads Nordlund sigur, at leygardagurin er meira rættaður móti teimum vaksnu. Sunnudagurin er hinvegin til alla familjuna.
Øll skráin stendur á www.bryggen.dk
Av luttakarum á festivalinum kunnu nevnast Eivør Pállsdóttir, Teitur Lassen, Yggdrasil, Húsakórið og fleiri onnur umboð fyri føroyska mentan.
Teitur og Eivør eru tey føroysku tónlistarfólkini, sum standa seg best uttanlendis í løtuni. Ein onnur, sum eisini selir nógvar fløgur uttanfyri heimlandið, er Guðrun Sólja Jacobsen, og hon verður sjálvandi eisini við, tá Norðurbryggjan heldur sín fyrsta festival.
Leygarkvøldið klokkan 22 verður eitt stórfingið tiltak, kallað Ðistórtióonuaq Party, hildið í Luftkastellet hjá Norðurbryggjuni. Heitið hava tey sjálvi evna til úr teimum trimum málunum í Ùtnorði við eitt sindur av altjóða dámi.
Við rámandi orðum úr stórbýarnáttarlívinum verður sagt, at tiltakið umfatar pop, lounge, performance, happenings, dj´s og nakrir av teimum mest "funky" bólkunum í Ùtnorði.
Skaldskapur
Men eisini tann meira siðbundni tónleikurin sleppur framat á festivalinum. Fólkatónleikur, skemt og dukkusjónleikur umframt annað er á skránni.
Leygardagin og sunnudagin verða Nordiske sprog- og litteraturdage hildnir. Eitt nú verða høvundarnir Erik Skyum-Nielsen, Oddvør Johansen, Einar Már Guðmundsson og Kelly Berthelsen til staðar.
Framsýningarnar verða at síggja á bryggjuni nakrar mánaðir fram, og ætlanin er at skipa fyri fleiri tiltøkum restina av hesum árinum.
Men um vikuskiftið er skráin ógvuliga fjøllbroytt, og fólk kunnu uppliva ógvuliga nógv av mentan úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi á mentanardeplinum á Grønlands Handels Plads í Keypmannahavn.