Ísraelskt mótstøðulið hjá Neistanum trekkir seg úr European Cup

Trý ísraelsk hondbóltslið trekkja seg úr European Cup kappingini hjá monnum

Skjótt kunnu viðurskifti broytast. 16. og 17. september spældi ísraelska liðið, Holon Yuvalim HC móti Neistamonnum í fyrsta umfarinum í European Cup kappingini. Báðir dystirnir vóru spældir í høllini á Hálsi í Havn.

 

Holon Yuvalim HC vann dystirnar 34-23 (17-11) og 30-26 (16-16).

 

Men orsaka av ótryggu støðuni aftaná kríggið millum Ísrael og Hamas tók seg uppaftur hava Rishon Lezion, Holon Yuvalim HC og Hapoel Ashdod HC øll tikið avgerð um at trekkja seg úr European Cup kappingini.

 

Inn fyri Rishon Lezion, Holon Yuvalim HC og Hapoel Ashdod HC koma RK Sloboda úr Bosnia, BK-46 úr Finnlandi og CSA Steaua Bukarest úr Rumenia. RK Sloboda vann á Team Klaksvík í fyrsta umfarinum. 

 

Í einari pressumelding skrivar evropeiska hondbóltssamgongan, EHF, at tey harmast, at Rishon Lezion, Holon Yuvalim HC og Hapoel Ashdod HC hava verið noydd at tikið hesa avgerðina, men trygdin hjá leikarunum er tað týdningarmesta, undirstrikar EHF. 

 

- EHF fordømir harðliga allar valdsgerðir og stendur í samhaldsfestni við øll, ið eru rakt av ræðuligu støðuni, slær EHF fast.